Tíðindi - 21. august 2026

Kundi tú hugsað tær at bygt í Hesti?

Áhugakanning Hest August 2026 3 Web
Áhugakanning Hest August 2026 1 Web Áhugakanning Hest August 2026 4 Web Áhugakanning Hest August 2026 2 Web
1 / 4

Tórshavnar kommuna kannar í løtuni áhugan millum fólk at byggja sær sethús ella frítíðarhús í Hesti. Talan er um eitt øki á góðar 3200 fermetrar í sunnara enda av bygdini, sum ætlanin er at stykkja út í smærri grundstykkir, um áhugi vísir seg at vera fyri tí.

Ert tú áhugað í at byggja sethús og seta búgv ella byggja frítíðarhús í Hesti, kanst tú boða okkum frá á leinkinum niðanfyri. Freistin at svara kanningini er hósdagin 17. september 2026 klokkan 12.

Áhugakanning – vilt tú byggja í Hesti?