Tíðindi - 25. juni 2026

Kunnandi borgarafundur 1. juli um íbúðarverkætlan við Sundsvegin

Borgarafundur um matr. 1458a 1. juli 2026

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 30. apríl 2026 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt fyri matrikkul 1458a í Havn. Uppskotið snýr seg um at skipa íbúðarbygging í trimum hæddum við atliti at fríøkjum. Kommunan bjóðar í hesum sambandi øllum áhugaðum til framløgu um íbúðarverkætlanina í Posthúskjallaranum, Tórsgøta 8, mikudagin 1. juli klokkan 17.

Uppskotið um serstaka byggisamtykt kemur ístaðin fyri galdandi serstøku byggisamtykt fyri økið, sum loyvir útstykking til 18 stakhús.

Uppskotið og hoyringina sært tú her:

Nýggj serstøk byggisamtykt fyri matr. nr. 1458a við Sundsvegin