Lurta
Tíðindi - 08. mars 2024

Kunningarfundur um broyttar mannagongdir fyri tyrving

Mannagongdirnar fyri tyrving verða nú broyttar, og tí fer Brennistøðin á Hjalla at hava kunnandi fund fyri vinnuni  í Tórshavnar kommunu týsdagin 12.mars klokkan 19. Fundurin er í kantinuni á Brennistøðini á Hjalla.

Tyrvingarplássið í Húsahaga fer í næstum at verða lagt niður, og í framtíðini verður samstarv við IRF um tyrving.

Nýggju mannagongdirnar verða, at tað, sum vinnan í dag koyrir niðan á  tyrvingarplássið í Húsahaga, skal koyrast norður á Nýggjheiðar, sum er tyrvingarplássið hjá IRF.

Meira kunning fæst á fundinum á Brennistøðini á Hjalla týsdagin 12.mars klokkan 19. Fundurin verður í kantinuni á Brennistøðini. Umboð fyri IRF verða við á fundinum.

Kommunala Brennistøðin.