Lurta
Tíðindi - 06. mars 2023

Kvøldskúlin hevur stóran týdning fyri kommununa

Tilboðini hjá Kvøldskúlanum hava ríkað um býin og kommununa, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, millum annað í røðu í sambandi við árliga starvsfólkadagin á Kvøldskúlanum.

Fríggjadagin var árligi starvsfólkadagurin fyri undirvísarar á Tórshavnar Kvøldskúla.

Dagurin er ætlaður sum eitt høvið hjá undirvísarum at hittast til hugnaliga samveru og kveikjandi íblástur, og starvsfólkadagurin er eisini ætlaður sum fyrireiking til næsta skúlaár. Okkurt um 100 fólk luttóku á degnum.

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, helt røðu á degnum og takkaði Kvøldskúlanum og undirvísarunum fyri tað megnar arbeiði, tey leggja í skúlan og undirvísingina.

Í røðuni vísti borgarstjórin millum annað á týdningin, sum tilboðini hjá Tórshavnar Kvøldskúla hava fyri býin og kommununa.

Tórshavnar Kvøldskúli hevur á hvørjum ári okkurt um 3.000 næmingar og er í næmingatali størsti skúli í landinum.

Jógvan Sørin Hansen, skúlaleiðari, takkaði somuleiðis undirvísarunum fyri megnar avrik og gott samstarv. Á samkomuni handaði hann blómutyssi til Egil Simonsen, sum er farin um tey 85 og framvegis er virkin og fúsur og undirvísir hvørja viku á Kvøldskúlanum.

Niels Olsen varð heiðraður við serligum heiðurstekini frá Tórshavnar Kommunu. Hann hevur undirvíst í harmoniku á Kvøldskúlanum í samfull 40 ár.

Herluf Sørensen stóð fyri íblástrinum til starvsfólk og undirvísarar við sera áhugaverdum og viðkomandi fyrilestri undir heitinum konflikthandfaran.

Drigið varð um tvey Havnarkort, og tey hepnu vóru Jóna Kristin Thomsen og Hendrik Rubeksen.

Til borðhaldið undirhelt Fimmboði Lisberg við gittara og sangi, og góði maturin var borðreiddur av Hotel Føroyum.

Sí rúgvu av myndum á síðuni hjá Tórshavnar Kvøldskúla á Facebook.