Tíðindi - 29. januar 2025

Lægri foreldragjald í vøggustovum

Tað skal vera bíligari fyri barnafamiljur at hava børn í vøggustovu. Tað ætlar býráðsmeirilutin, sum hevur skotið upp, at gjaldið lækkar umleið 300 krónur um mánaðin.

Í Tórshavnar kommunu skulu allar barnafamiljur hava møguleika fyri dagstovnaplássi til børnini, og sum skipanin er í dag rinda foreldur fyri dagstovnagjald fyri eitt barn 11 mánaðar um árið. Hava foreldur fleiri børn, rinda tey bert fyri yngsta barnið, tey hava á dagstovni.

Foreldragjaldið verður ásett av einum føstum prosentsatsi av, hvat tað kostar at reka dagstovnarnar í kommununi, og kommunan rindar restina. Foreldragjaldið er í dag 27 prosent av rakstrinum, og meirilutin vil, at gjaldið til vøggustovu lækkar tvey prosent.

Gjaldið verður tillagað á hvørjum ári, og hetta árið eru rakstrarútreiðslurnar hækkaðar við umleið níggju prosentum. Tískil hækkaði foreldragjaldið eisini 1. Januar. Vøggustovugjaldið er tað hægsta, og tí er tað gjaldið í krónum hækkað mest.

Býráðið skal í morgin taka støðu til, um gjaldið skal lækka úr 27 prosentum niður í 25 prosent fyri vøggustovupláss. Tað hevur við sær, at gjaldið lækkar 298 krónur - úr 4.019 kr. niður í 3.721 kr.

Tað kostar kommununi umleið 1,8 mió. kr. at lækka foreldragjaldið fyri vøggustovupláss niður í 25 prosent. 

Málið kemur fyri á býráðsfundinum í morgin sum sætta mál á skránni.

 

Býráðsfundurin byrjar kl. 16.00 og kann stroymast her.