Lurta
Tíðindi - 22. november 2023

Lego League luttakarar vitjaðu borgarstjóran

Lego League 5

Bólkurin Reyðar tomatir, sum vann silvur í føroyska partinum av kappingini First LEGO League, var og vitjaði á Ráðhúsinum í Havn í gjár.

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, tók ímóti.

28 lið kappaðust í First LEGO League í Føroyum, og bólkurin Reyðar Tomatir í 6.a í Skúlanum á Fløtum vann fýra steyp og gjørdist silvurvinnari í kappingini.

Borgarstjórin bjóðaði frukt og sodavatn, og fekk eitt hugnaligt prát við silvurvinnararnar.

Gull og silvurvinnararnir úr Føroyum sleppa at kappast í finaluni í Danmark, sum verður 25.november.