Tíðindi - 08. november 2024

Les alt um kommunuvalið 12. november

Mynd til val_web_David Kahr

Týsdagin 12. november 2024 er val til allar kommunur í Føroyum. Sama dag er skúlastýrisval og val til staðbundnar nevndir í Tórshavnar kommunu.

Vilt tú vita, hvønn tú kanst velja, hvussu tú velur ella hvat fyri valstað, tú hoyrir til? Á kunningarsíðu okkara um kommunuvalið hava vit savnað alt, tær tørvar at vita um brævatkvøður, valkort, valstøð, valevnislistar og mannagongdir í sambandi við valið. Les meira her:

Kommunuval 12. november 2024