Tíðindi - 28. juli 2026

Listating í Steinatúni

752616685 10243925548464638 5092573924293639930 N (1)

Í morgin, ólavsøkuaftan, letur ólavsøkuframsýningin hjá Listafelag Føroya upp.

Listating er heitið á ársins listaframsýning og umleið 90 listafólk eru við. Tey spenna frá altjóða virknum listafólkum til nýggj listafólk - kuraterað av Edwardi Fuglø.

Listaskálin, sum annars í mong ár hevur verið fasti karmur um ólavsøkuframsýningina, verður umbygdur í løtuni, og tí er ólavsøkuframsýningin flutt oman í bygningin hjá Tórshavnar kommunu í Steinatúni. Men her rúmast listin eisini, og á trimum hæddum verða alskyns listaverk sýnd fram. 

 

Elsa Berg, borgarstjóri, setir framsýningina kl. 15.00