Tíðindi - 03. september 2025
Ljósini við Ovara vøll komin aftur í rættlag

Seinastu næturnar hava grannar hjá Ovara vølli í Gundadali havt ampa av, at ljósini við vøllin hava staðið og lýst alla náttina.
Ein sjálvvirkandi skipan skal sløkkja ljósini við Ovara vøll klokkan 22.10 hvørt kvøld.
Men ólag hevur verið á hesi skipanini, sum hevur ført til, at ljósini ikki eru sloknaði av sær sjálvum í nakrar nætur.
Hetta tekniska brekið er nú rættað, so ljósini aftur slokna av sær sjálvum út á kvøldið.