Tíðindi - 10. mars 2026

Løgtingsval

Løgtingsval22_3_web_RD

Sum kunngjørt av løgmanni verður løgtingsval hósdagin 26. mars 2026.

Valt verður soleiðis

  1. Fólk í Havn, Mjørkadali, Norðradali, Hesti og Koltri velja í ítróttarhøllini á Hálsi
  2. Fólk í Hoyvík, á Hvítanesi og Sundi velja í Hoyvíkshøllini
  3. Fólk á Argjum velja í Skúlanum á Argjahamri
  4. Fólk í Kaldbak og Kaldbaksbotni velja í Høllini í Kaldbak
  5. Fólk í Kollafirði, Signabø og Oyrareingjum velja í skótahúsinum í Kollafirði
  6. Fólk í Kirkjubø, á Velbastað og í Syðradali velja í skúlanum á Velbastað
  7. Fólk í Nólsoy velja í felagshúsinum hjá Ungmannafelagnum Royndini í Nólsoy

Atkvøðugreiðslan verður frá klokkan 10-20, ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

Tey, sum vegna sjúku ella av øðrum orsøkum ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu boða frá á Snarskivuni, telefon 30 20 10, til dagin fyri valið.

Samstundis verður boðað frá, at valkort til løgtingsvalið eru send teimum, ið standa á vallistanum. Um veljari ikki hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal sum skjótast boðast Snarskivuni frá hesum.

Valstýrini í Tórshavnar kommunu