Lurta
Tíðindi - 25. juli 2022

Longd hoyringsfreist fyri uppskot um byggisamtykt fyri parkeringshús við Bøkjarabrekku

Hoyringsfreistin fyri uppskotið til nýggja serstaka byggisamtykt fyri parkeringshús við Bøkjarabrekku er longd frá 25. august 2022 til 25. september 2022.

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 22. juni 2022 uppskot til nýggja serstaka byggisamtykt fyri matr. nr. 410a, 411d, 413a og 413b, Tórshavn.

Uppskotið er gjørt í smb. við ætlanir um at byggja parkeringshús og íbúðir í økinum.

Tilfar, sum lýsir uppskotið til nýggju serstøku byggisamtyktina, liggur frammi í Snarskivuni frá 7. juli 2022 til 25. september 2022 og sæst eisini her:

Serstøk byggisamtykt fyri parkeringshús við Bøkjarabrekku