Lurta
Tíðindi - 07. mars 2024

Lutakast um grundstykkir í Hamrabøi í Kollafirði

Tilmelding til lutakast um grundstykki á Hamrabøi mynd til tíðindi

Nú ber til at tekna seg til lutakast um grundstykkir í Hamrabøi í Kollafirði, ið eru latin inn aftur til Tórshavnar kommunu. Talan er um trý grundstykki í útstykking frá 2017. 

Stykkini eru 5-600 fermetrar til støddar og kosta 245.000 – 265.000 krónur. Stykkini eru ikki útgrivin og planeraði.

Grundstykkini, ið kastað verður lut um, eru matrikkul nr. 91n, 91ab og 91y. Verða fleiri grundstykki í útstykkingini latin inn aftur til kommununa seinni, verða tey eisini við í lutakastinum.

Freistin at tekna seg til lutakastið er 4. apríl 2024

Les meira um treytirnar og melda til á síðu okkara um kommunalar útstykkingar:

Kommunalar útstykkingar í Tórshavnar kommunu