Tíðindi - 22. februar 2023

Lutakast um grundstykkir við Klingurstjørn á Argjum

Útstykking Klingurstjørn februar/mars 2023_web

Nú ber til at tekna seg til lutakast um grundstykkir við Klingurstjørn á Argjum, ið eru latin inn aftur til Tórshavnar kommunu.

Talan er um eitt grundstykki við útstykkingina Klingurstjørn 1 og trý grundstykkir við útstykkingina Klingurstjørn 2. Verða fleiri grundstykkir við Klingurstjørn latin inn seinni, verða tey somuleiðis við í lutakastinum.

Freistin at tekna seg til lutakastið er 27. mars 2023.

Les meira um treytirnar og melda til á síðu okkara um kommunalar útstykkingar:

Kommunalar útstykkingar