Tíðindi - 11. januar 2026

Lutakast um tvey nýggj raðhús á Argjum

Útlutan av raðhúsum omanfyri Argjahamar_mynd1

Nú ber til at tekna seg til lutakast um tvey lyklaklár raðhús, ið verða bygd á Argjum í næstum. Farið verður undir at byggja raðhúsini í januar 2026, og eftir ætlan eru raðhúsini klár í apríl 2027.

Kostnaðurin fyri lyklakláru húsini verður 4.850.000 krónur, og ætlar arbeiðstakarin, at gjaldið skal fella í trimum umførum. 

Freistin at tekna seg til lutakastið er 2. februar 2026.

Les meira um treytirnar og tekna teg til lutakastið á síðu okkara um útlutanir og sølu av grundstykkjum og húsum.

Útlutanir og søla av grundstykkjum og húsum