Margarinfabrikkin 30 ár

Leygardagin var hátíðarhald á Margarinfabrikkini, sum nú hevur virkað sum barna- og ungdómshús í 30 ár.
Tað var í ringastu krepputíð í 1995, at Margarinfabrikkin í Tórsgøtu læt upp sum barna- og ungdómshús, men hesi 30 árini hevur húsið havt stóran týdning fyri trivnaðin hjá børnum og ungum í kommununi, og virksemið er bara vaksið hesi árini.
Elsa Berg, borgarstjóri, helt røðu leygardagin og segði millum annað:
“Vit eru komin langt hesi árini, síðan byrjanina í 1995, við bara einum fastsettum leiðara og annars sjálvbodnum, til í dag, við 20 starvsfólkum og eini rúgvu av tilboðum til børn og ung.
Tilboðini eru so nógv, at tað ikki ber til at nevna tey øll, men eg havi kortini hug at nevna Lopfjølina, sum er eitt tilboð hjá Skúlanum á Fløtum, sum Margarinfabrikkin er samskipari av.
Lopfjølin er til tey ungu, sum av ymiskum orsøkum ikki megna skúlan, men her finna eisini tey sítt egna pláss í samfelagnum. Og Lopfjølin sigur eisini eitt sindur um andan við sjálvari Margarinfabrikkini: Tey, sum av onkrari orsøk ikki passa inn aðrastaðni, passa inn her. Tí her er vítt til veggja og høgt til loftið, og Margarinfabrikkin er fyri øll.
Síðan 1995 hevur Tórsgøta ment seg til at gerast ein av stóru mentanargøtunum í Havn. Margarinfabrikkin fellur væl inn í hetta lívliga og kreativa umhvørvið, og vit vita eisini, at fleiri kendir tónleikarar og listafólk hava havt sína gongd í Margarinfabrikkini, tá tey vóru yngri.
Jú, sanniliga er Margarinfabrikkin nógv meir enn “bara” eitt ungdómshús. Her verða vinabond knýtt, samanhald styrkt og góð minni skapt. Og ikki minst gevur húsið nógvum ungum og børnum týdningarmiklu kensluna av at “hoyra til”.
Og júst tað er kanska tann allarmest týðandi uppgávan hjá Margarinfabrikkini. Tað kann vera trupult hjá teimum ungu at fóta sær í einum gerandisdegi, har tað er full ferð á, og har nógv kenna trýstið av at muga klára seg væl í skúlanum, og annars at skula liva upp til tað, sum onnur vænta av teimum. Í Margarinfabrikkini kunnu tey finna eitt kærkomið frírúm og bara vera tey sum tey eru.”







