Lurta
Tíðindi - 24. november 2021

Maska í bussinum er krav og ikki tilmæli

Krav um masku við Bussleiðini 2021_web_viðgjørd_óskorin_ÓF

Fríggjadagin 5. november 2021 kunngjørdi kommunan, at øll ferðandi við Bussleiðini skulu brúka masku. Talan er ikki bara um eitt tilmæli, men um eitt krav, sum er galdandi, inntil nærri boð verða givin.

Kravið um masku er sett fyri byrgja fyri størri smittubreiðslu og fyri at taka atlit til tey í okkara samfelag, sum av einhvørjari orsøk mugu ansa serliga væl eftir. Til dømis tey, sum sjálvi eru í vandabólki ella sum hava familjulimir ella onnur, sum av serligum orsøkum ikki kunnu koppsetast ella eru í vanda, um tey verða rakt av smittuni.

Seinastu dagarnar hava borgarar gjørt vart við, at teir kenna seg ótryggar, tí tað eru ikki øll ferðandi við Bussleiðini, sum minnast til at nýta masku. Samstundis er vorðið greitt, at summir borgarar ivast í, um áheitanin hjá kommununi skal skiljast sum eitt tilmæli ella eitt krav.

Tí gera vit enn einaferð vart við, at øll ferðandi við bussleiðunum hjá Tórshavnar kommunu skulu brúka masku fyri at brúka bussin, og at talan er um eitt krav, heldur enn eitt tilmæli.

Bussførararnir hava ikki møguleika fyri at kanna koronapass og hava avmarkaðar møguleikar fyri at handhevja kravið. Hetta er sostatt eisini ein innilig áheitan á øll um at halda reglurnar og taka atlit, soleiðis at bussførararnir kunnu hugsavna seg um ferðsluna.

Førararnir hava tó heimild at seta krav um masku og at nokta ferðandi uttan masku at ferðast við bussinum.

Fólk, sum av heilsuligum ávum ikki kunnu brúka masku, kunnu tó sleppa undan kravinum við at vísa fram eina læknaváttan, har tað stendur, at viðkomandi ikki tolir at brúka masku.