Tíðindi - 03. november 2020

Microsoft Explorer verður tikin úr nýtslu, tí trygdin er ikki í lagi

Nógv fólk nýta framvegis Microsoft Internet Explorer til at reika og avgreiða talgild ørindir á netinum. Internet Explorer er kortini ikki tryggur kagi longur, og verður ikki víðarimentur. Microsoft frámælir tískil at nýta hendan kagan. Av tí sama kunnu vera funkur á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu, sum ikki rigga, um tú brúkar Internet Explorer. 

Vilt tú reika trygt á netinum og til dømis nýta nýggju heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu, mást tú sostatt velja tær ein nútímans kaga sum Chrome, Firefox, Safari ella Edge.