Lurta
Tíðindi - 11. apríl 2024

Móttøka fyri FM vinnarum í talvi

Seinnapartin í gjár var móttøka fyri telvarum úr Havnar Telvingarfelag, ið vunnu FM í einstaklingakappingini.

Luitjen Akselson Apol vann FM í meistarabólkinum. Elias Petersen vann almennabólkin. Lisa J. Xin vann unglingabólkin, sum tann yngsta nakrantíð.

Í røðu sínari vísti Heðin Mortensen,borgarstjóri, á, at framtíðini hjá talvítróttini er bjørt í Tórshavnar kommunu.