Lurta
Tíðindi - 13. desember 2023

Móttøka fyri Havnar Svimjifelag

Móttøka var í gjár fyri Havnar Svimjifelagi, sum hevur havt eitt gott kappingarár. Felagið hevur vunnið tilsamans 16 gull í FM, 21 gull hjá juniorum eldru og 8 gull hjá juniorum yngru. Harumframt hevur felagið vunnið nógv silvur og bronsu merki.

"Tað haldi eg, at tit kunnu vera errin av,  og Tórshavnar kommuna er sera errin av tykkum," segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, á móttøkuni.

Svimjararnir gera nógv við tað, og summi venja 11 ferðir um vikuna, og onnur nærum líka nógv. 

Borgarstjórin vísti á, at skjótt verða umstøðurnar hjá svimjarum uppaftur betri í Tórshavnar kommunu.

"Um nakrar mánaðir er langhylurin í Gundadali liðugur. Tá verða umstøðurnar hjá tykkum tær bestu í landinum. Hetta fer eisini at hava við sær, at tit hava betri fyritreytir til at venja og fyrireika tykkum til altjóða kappingar. Tí í altjóða kappingum hava tit svimjarar altíð verið millum tey bestu umboðini, ið Føroyar hava havt, og tit hava sera góð úrslit at vísa á," segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, millum annað í røðu sínari.