Lurta
Tíðindi - 07. desember 2023

Móttøka fyri heimsmeistaranum

Seinnapartin var móttøka á Ráðhúsinum, har Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, tók ímóti Halli Holm, sum herfyri gjørdist heimsmeistari í 24 tímarenning í aldursbólkinum 55+.

“Tú hevur víst, at tú setur tær mál, og at tú røkkur teimum. Tað er ein góður eginleiki at hava”, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, millum annað í røðu sínari.

Hallur Holm rann tilsamans 233 kilometrar í kappingini, sum var í Taivan. Hann greiddi frá avbjóðingunum við at renna so langt. Men at koma um málstrikuna var ein sera góð kensla, greiddi Hallur Holm frá.