Lurta
Tíðindi - 23. februar 2024

Móttøka fyri steypavinnarunum

Her er brot úr røðuni, ið Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt fyri steypavinnarunum.

"Góðan dagin øll somul.

Hugaligt at síggja tykkum øll her í kvøld nú Kyndil er steypavinnari.

Hetta er sættu ferð síðani 1987 at Kyndil er steypavinnari hjá kvinnum.

Men fara vit longur aftur í tíð, so hava Kyndilskvinnur vunnið fleiri steypakappingar.

--

Tað skerst ikki burtur, at tað gekk sera væl hjá tykkum leygardagin. Tit vunnu við 8 málum, men alt liðið kláraði seg væl, - álop, verja og málverji.

Sum ein tykkara segði í sjónvarpinum eftir dystin. “Blanda alt tað saman, tað gevur gull”.

--

Tað er altíð hugaligt at tað gongur væl hjá ítróttarfeløgum í Tórshavnar kommunu. Í løtuni gongur væl hjá hondbóltinum, og herfyri hoyrdu vit, at nógv børn eru farin at spæla hondbólt.

Tað er ikki minst tykkum fyri at takka, tí tit eru øll fyrimyndir hjá børnum og ungum.

--

Grønt er liturin fyri vón og endurnýggjan. Sigast má, at hetta liva tit upp til. Tí tit bera hondbóltskyndilin. Tit ganga á odda, tit eru steypavinnarar.

Kyndilin logar fyri hondbóltinum í Tórshavnar kommunu.

Vit eru errin av tykkum.

Hjartaliga til lukku.