Lurta
Tíðindi - 02. februar 2024

Næmingar handaðu borgarstjóranum verkætlan

Í gjár komu tveir næmingar úr 9.flokki í Skúlanum á Fløtum á gátt á Ráðhúsinum við einari verkætlan, ið teir handaðu borgarstjóranum.

Hjalti Steintún Gaard, Mikal Asano og Jónas í Króki hava spurt 100 fólk ymsar spurningar. M.a. hvussu nøgd fólk eru við samfelagið og hvat manglar í samfelagnum. Hetta er í samband við verkætlan, ið teir hava gjørt hesa vikuna í skúlanum.

Næmingarnir hildu, at Tórshavnar Kommuna eisini skuldi síggja úrslitið av verkætlanini, og komu tí á gátt og góvu borgarstjóranum eitt eintak av verkætlanini.

“Tað er hugaligt, at ungfólk eisini viðgera samfelagsviðurskifti. Fyri okkum politikarar er tað eisini av týdningi at hoyra tey ungu", sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.