Tíðindi - 28. august 2026

Náttúran í Tórshavnar kommunu verður skrásett

26Aug26 B3A0054

Tórshavnar kommuna, Tjóðsavnið og NIBIO fara nú undir verkætlan, har náttúrusløg og plantulív í kommununi verða skrásett. Endamálið er at fáa eitt neyvt og dagført yvirlit yvir náttúruna í kommununi, sum skal stuðla undir burðardyggari umsiting av lendinum.

 

Ongin lendisætlan er fyri Tórshavnar kommunu í dag. Skrásetingararbeiðið, sum nú verður farið undir, er tí eitt týðandi stig á leiðini móti eini felags lendisætlan fyri alla kommununa. Lendisætlanin skal tryggja, at náttúruvirðir, útbyggingar, landbúnaður, trivnaður og vinnumøguleikar verða vigað móti hvørjum øðrum á ein skynsaman hátt.

 

 

Hvørt ár er svinn í lívmargfeldinum og hevur hetta ávirkan á heilsu, trivnað og mótstøðuføri hjá okkum. Lendisnýtslan má vera skynsom til tess at basa svinninum í lívmargfeldinum, og vitan um okkara náttúru er avgerandi fyri at koma á mál við hesum, sigur Elsa Berg, borgarstjóri

 

 

Verkætlanin er fíggjað av Tórshavnar kommunu, men verður framd í samstarvi við Tjóðsavnið og NIBIO, Norsk institutt for bioøkonomi. Tórshavnar kommuna vil menna økið í tøttum samstarvi við aðrar kommunur og landsmyndugleikar.

 

Vitanin um okkara lendissløg, vistskipanir og náttúru sum heild er ov avmarkað, og hetta ger tað trupult at hava neyðugu náttúruatlini við, tá lendið í kommununi skal skipast og byggiverkætlanir setast í verk. Náttúruskrásetingin fer at geva neyðuga yvirliti yvir lívmargfeldið í kommununi, herundir hvørji økið eru viðkvom og hótt og harvið hava tørv á serligum fyrilitum ella at verða vard, sigur Elsa Berg. 

 

Í hesum døgum verða fyrstu ítøkiligu skrásetingarnar av náttúrusløgum í Tórshavnar kommunu framdar. Talan er um eitt øki ið samla er á 5 km2. Tey komandi árini skal leisturin mennast, samstundis sum fleiri øki verða skrásett í kommununi.

 

Fjølbroytni í lendissløgum, vistskipan og búøkjum til fuglar eru alt øki, vit eiga at hava fokus á fyri at basa svinninum í lívmargfeldinum. Nú er gongd sett á náttúruskrásetingina, og eg vóni, at tað ber til at víðka um verkætlanina í samstarvi við onnur, so vit í  felag kunnu menna politikkir og mannagongdir, sum tryggja, at vit fáa skrásett okkara nátturu, so hendan vitan kann nýtast, tá ið raðfestingar av lendi skulu gerast, sigur Elsa Berg.