Lurta
Tíðindi - 25. juli 2022

Nevndin fyri Føroya Arena skipað seg

Limirnir, sum eru valdir av Tórshavnar kommunu, eru Heðin Mortensen, Annika Olsen, Bergur Poulsen, Elin Heðinsdóttir Joensen og Guðrið Højgaard.

Á fyrsta fundinum varð Heðin Mortensen valdur sum formaður og Guðrið Højgaard sum næstformaður.

Jógvan Emil Nielsen legði fram ætlanina fyri Føroya Arena og viðtøkurnar fyri grunnin vórðu samtyktar og felagið er skrásett.

Nevndin fer nú til verka og bygginevnd verður sett.