Tíðindi - 18. juni 2026

Nógv hittu borgarstjóran á Velbastað

17Jun26 IMG 5162

Mikudagin flutti Elsa Berg, borgarstjóri, sína skrivstovu av Vaglinum til Sólarmagn á Velbastað.

Nógv fólk í bygdini nýttu høvið til at heilsa upp á borgarstjóran og tosa um leyst og fast.

Dagurin byrjaði annars við, at umboð fyri kommununa gingu runt í bygdini saman við umboði fyri staðbundnu nevndina, har hugt varð eftir ymiskum viðurskiftum, sum eru viðkomandi fyri kommununa og umsitingina at vita og gera nakað við.

Tað munnu vera fáar bygdir í landinum, har útsýnið er eins gott og tað er á Velbastað, men samstundis er rættiliga bratt nógva staðni í bygdini, og tað kann geva avbjóðingar, tá byggjast skal.

Hugt varð millum annað eftir Gerðisbreyt. Har er bratt niðan frá vegnum, og kommunan hevur sett pengar av til arbeiðið, sum í løtuni er í gongd. Millum annað skal ein grótgarður gerast framvið ovaru síðu av vegnum, sum fer at fríðka um, samstundis sum tað fer at steðga gróti, sum kann ríða oman.

Seinnapartin høvdu fólk á Velbastað so møguleika at hitta borgarstjóran í Sólarmagn, og nógv fólk brúktu høvið til at koma inn á gólvið til eitt prát. Millum so mangt annað annað bleiv tosað um bussleiðina og um gøtur í bygdini.

Samantikið ein góður dagur, har borgarstjórin fekk eitt betri innlit í, hvat rørir seg millum fólk á Velbastað, og bygdafólkið fekk eitt høvi at siga sína hugsan um ymiskt, sum liggur teimum á hjarta.

Ætlanin er at gera fleiri slíkar dagar, har borgarstjórin fer at flyta sína skrivstovu út í bygdirnar í kommununi.

 

Tey hyggja eftir Gerðisbreyt, har grótgarður nú verður gjørdur á ovaru síðu
Nógvastaðni á Velbastað er bratt, og tað sæst eisini aftur við Gerðisbreyt, har benið er stórt
Nógv fólk á Velbastað nýttu høvið at fáa orðið á borgarstjóran, og prátað bleiv um leyst og fast
Frá vinstru Birita Wardum, býararktektur, Boði Haraldson, leiðari á teknisku deild, Elsa Berg, borgarstjóri, Dánjal Pauli í Búðini frá staðbundnu nevndini, og Fríður P. Dalsgarð, tekniskur stjóri