Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 28. mars 2021

Nólsoyingar skulu hava eitt nýtt avloysaraskip

Nólsoyingar skulu nú aftur seta sítt álit á Erlu Kongsdóttir, sum fer í sigling í dag. Men skipið hevur prógvað, at tað ikki er egnað til Nólsoyarleiðina um veturin. Fólk eru stúrin og ørkymlaði, og tí má ein loysn finnast, sum nólsoyingar kenna seg foreintar við.

Loysnin er eitt ordiliga avloysaraskip, sum kann røkja leiðina til lýtar. Eitt skip, sum altíð kann brúkast, og har pláss er fyri fólki, bilum og vanligum farmi.

Hjá okkum í meginøkinum er tað ein sjálvfylgja at kunna fara til arbeiðis, til frítíðarítriv og at gera ørindi annars. Men hjá nólsoyingum er hetta eingin sjálvfylgja. Tíverri.

Tær nógvu avlýsingarnar við Erlu Kongsdóttir vísa greitt, at skipið ikki er álítandi á leiðini millum Nólsoy og Havnina. Men reglusemi er tað minsta kravið, sum vit mugu kunna seta til hesa farleiðina, sum er sjálv lívæðrin hjá nólsoyingum.

Fyri bygdina er hetta ein øgiliga harður smeitur.

Tað hevur verið tosað nógv um útoyggjamenning. Seinastu árini hevur tað gingið skjótt niður á bakka í øllum teimum smærru oyggjunum uttan tí einu – Nólsoy! Tað legst aftrat við fólki í oynni, og tað er ein sólskinssøga fyri eina oyggj uttan fast samband. Tað er eingin ivi um, at gott og støðugt samband er tað, sum veruliga munar. Nólsoyingar hava brúk fyri reglusemi, og teir hava brúk fyri at koma aftur og fram í einum skipi, sum ber seg væl í øllum veðri.

Vit vilja hava hvønn einasta ein av teimum 234 nólsoyingunum, sum búgva í oynni, at trívast í Nólsoy. Og vit vilja hava, at allir borgarar í Tórshavnar kommunu hava somu atgongd til tænasturnar í kommununi. Tað hava allir borgarar ikki, so leingi Erla Kongsdóttir røkir leiðina um Nólsoyarfjørð.

Ein fyribils kanning er komin um skaðarnar á Erlu Kongsdóttir. Men endaliga frágreiðingin er ikki komin enn, og nólsoyingar eru stúrnir um at fara við Erlu Kongsdóttir, sum støðan er.

Eg skilji væl, at skelkir standast av tilburðunum, sum hava verið. Og eg skilji eisini væl, at øll ikki eru álvulig við at fara umborð á Erlu Kongsdóttir eftir tað, sum longu er hent í tveimum førum.

Nú mugu myndugleikarnir lurta eftir nólsoyingum og geva teimum tað, sum átti at verið ein sjálvfylgja í 2021: eitt skip til Nólsoyarleiðina sum megnar bæði aldu og harðan streym.

Annfinn Brekkstein
varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu