Tíðindi - 04. apríl 2025
NOM vitjaði Ráðhúsið

11 lestrarfeløg úr Norður- og Baltalondum hittast í hesum døgum á NOM ráðstevnu í Føroyum. MFS er vertur fyri vitjanina.
NOM (Nordiskt Ordförande Møte) er samstarv millum 11 lestrarfeløg úr Norður- og Baltalondum. Evnið hesa ferð er “Heilaflýggjan og útbúgving í smásamfeløgum".
Í morgun vitjaðu tey á Ráðhúsinum.

Elsa Berg, borgarstjóri, hevði eina stutta framløgu um, hvat kommunan ger fyri tey lesandi.
Eisini var høvi at seta spurningar, og fleiri viðkomandi spurningar vórðu settir um eitt nú bústaðarviðurskifti, avbjóðingar og umstøður hjá teimum lesandi.
