Tíðindi - 17. februar 2022

Nú ber til at søkja fyri onnur á Vanganum

Hevur tú foreldur, sum ikki eru von at brúka Vangan?

Nú ber til at søkja um tænastur frá Tórshavnar kommunu vegna borgarar, sum ikki eru vanir ella førir fyri at brúka talgildar tænastur.

Møguleikin at søkja vegna onnur fevnir fyribils um hesar tænastur:

  • Eldrabúpláss
  • Dag- og kvøldtilboð
  • Ergo- og fysioterapi
  • Mattænastu
  • Reingerðartænastu
  • Serflutning
  • Stuttíðarpláss til fólkapensjónistar

Les meira um, hvussu tú gert, á temasíðu okkara, sum tú finnur her:

Søk vegna annan borgara á Vanganum