Lurta
Tíðindi - 08. februar 2024

Nú ber til at søkja stuðul úr Felagsgrunninum Nuuk, Reykjavík, Tórshavn

Nú ber til at søkja stuðul úr Felagsgrunninum Nuuk, Reykjavík, Tórshavn. Endamálið við grunninum er at  styrkja samstarvið og fatanina millum politikarar og borgarar í Tórshavnar kommunu, Nuuk og Reykjavík. Umsøkjarar, ið fáa stuðul úr grunninum, skulu birta undir samstarvið millum býirnar.

Í fjør komu sjey umsóknir úr Føroyum til grunnin. Tær fingu úr 15.000 krónum uppí 40.000 krónur í stuðli.

Mesta stuðulin i fjør fingu verkætlanin Heilsufótbóltur á Argjum og ein 8. flokkur í Eysturskúlanum, ið fingu 40.000 kr. í part. Kvinnurnar, ið spæla heilsufótbólt á Argjum, skuldu brúka stuðulin til eina ferð til Reykjavíkar at spæla fótbólt móti øðrum liðum, ið spæla heilsufótbólt. 8. Flokkurin í Eysturskúlanum skuldi somuleiðis brúka stuðulin til eina ferð til Íslands.

Samlaða stuðulsupphæddin í ár er 900.000 krónur. Hvør býur letur 300.000 krónur í grunnin í ár.

Umsóknarblaðið og meira kunning er á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.

Umsóknarfreistin er 1. apríl 2024.