Tíðindi - 24. apríl 2026

Nú fer nýggja ungdómsráðið til verka

23Apr26 0F1A9211

Tórshavnar ungdómsráð var í gjár á ráðhúsinum og hitti Elsu Berg, borgarstjóra, og onnur umboð fyri kommununa.

Tey fimm í ungdómsráðnum eru Maisól Hentze, Gabriella Vang, Markus Køtlum, Sjúrður Eysturoy og Fríði Leitisskarð.

Nýggja ráðið fer at hava sín fyrsta fund í fyrru helvt av mai mánaði, har ráðið eisini fer at skipa seg.

Undir vitjanini í gjár varð millum annað tosað um, at ráðið ætlar sær at arbeiða fyri betri trivnaði hjá ungum í kommununi og fyri at fáa fjølbroyttari ungdómstilboð og støð hjá ungum at vera. Og bústaðarmøguleikar til ung komu eisini upp at venda.

Í viðtøkunum fyri Tórshavnar ungdómsráð (TUR) verður millum annað sagt, at TUR er málgagn ungdómsins í Tórshavnar kommunu, og at ráðið fær í lag samskifti við kommunustýrið um mál, sum viðvíkja ungdóminum.

Harumframt skal ráðið koma við uppskotum og hugskotum um betran av korum og trivnaði teirra ungu og tryggja, at hugflog og eldhugi teirra ungu verða virðismett og gagnnýtt.

 

Frá vinstru: Sjúrður Eysturoy, Maisól Hentze, Markus Køtlum, Elsa Berg (borgarstjóri), Annita á Fríðriksmørk (forkvinna í trivnaðarnevndini), Gabriella Vang og Fríði Leitisskarð
Limirnir í nýggja ungdómsráðnum eru millum 17 og 23 ár
Øll ung í kommununi millum 16 og 25 ár hava valbæri og valrætt til ungdómsráðið. Valskeiðið er tvey ár