Tíðindi - 09. mars 2022

Nú kanst tú flyta bústað á Vanganum

Flyting á Vanganum_3_web_RD

Skalt tú flyta til Tórshavnar kommunu, flyta bústað innanhýsis í kommununi ella flyta til land uttanfyri Norðurlond, so kanst tú nú avgreiða flytingina á Vanganum.

Tórshavnar kommuna arbeiðir støðugt við at talgilda sínar tænastur og flyta tær út á Vangan, soleiðis at borgarar kunnu avgreiða síni ørindi lætt og trygt heimanífrá.

Á Vanganum kanst tú eisini flyta bústað fyri annan borgara.

Les meira um, hvussu tú gert, og hvat krevst, á síðu okkara um flyting á Vanganum:

Flyt bústað á Vanganum

Søk vegna annan borgara á Vanganum