Tíðindi - 24. februar 2021

Nú koma fleiri grønar lendisgøtur

Grøna gøtukervið í Tórshavnar kommunu verður alsamt víðkað. Í ár verða fýra ymiskar lendisgøtur gjørdar.

Hildið verður fram at gera gøtuna fram við Sandá út í Havnardal. Gøtusamband verður gjørt millum gomlu Vatnbrunnarnar í Grásteinsgøtu og Rossagøtuna. Gøtan Frammi í Dal í Kollafirði verður longd, og so verður ein gøta gjørd út á Hvítasand nærindis Boðanesgjógv.

Allar gøturnar verða gjørdar soleiðis, at tær liggja væl í lendinum og ávirka náttúruna og djóralívið á staðnum so lítið, sum til ber.

Lendisgøtuna í Kollafirði er alt sjálvboðið arbeiði. Kommunan fíggjar tilfarið.

Málið verður fyri á býráðsfundi hóskvøldið.