Tíðindi - 13. mars 2026
Nú skal Tórsbreyt dagførast

Rennibreytin treingir til ábøtur, og nú byrjar arbeiðið at umvæla og uppstiga breytina, so hon eisini fær góðkenning til fleiri altjóða kappingar.
Ein sjónlig broyting verður, at tann eina langsíðan verður breiðkað, so tað verða átta geilir til 100 metra renning í staðin fyri tær seks, sum higartil hava verið.
Ein onnur broyting er, at tað nú eisini fer at bera til at íðka stangarlop á Tórsbreyt.
Arbeiðið skal vera liðugt í summar.
Sp/f Grettir skal standa fyri arbeiðnum at nútímansgera rennibreytina. Tilboðið hjá Sp/f Grettir fyri at gera arbeiðið var beint omanfyri 7,5 mió. krónur.
Sáttmálin varð undirskrivaður hósdagin millum Elsu Berg, borgarstjóri, og Andras Andreasen, stjóra í Sp/f Grettir.