Tíðindi - 17. februar 2022
Nú verður heildarætlanin fyri Stórutjørn gjørd
Avtala er í gjár undirskrivað millum Tórshavnar kommunu sum byggiharra og SNA Arkitektur og MAP Arkitektar sum ráðgevar um ráðgeving í sambandi við heildarætlan fyri Stórutjørn.
Avtalan skal lýsa fortreytir fyri bygging á økinum og eitt uppbýti av økjum, sum tilsamans skulu skapa ein fjøltáttaðan býarpart.
Ætlanin skal vísa staðseting av vegaføring, parkering, bussleið og bústaðar-, stovns-, vinnu- og ítróttarbýlingar.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði í stuttari viðmerking eftir fundin, at samstarvið við SNA og MAP hevur verið fyrimyndarliga gott, og spenningurin er stórur, nú endiliga verður farið undir eina heildarætlan fyri Stórutjørn.


