Tíðindi - 03. februar 2021

Nútímansgera Sølutorgið í Vágsbotni

Væl umtókta sølutorgið í Vágsbotni skal nútímansgerast, so umstøðurnar at keypa og selja í Vágsbotni gerast enn betri.

Teir báðir Mortan Johannesen og Carl August Arge kenna Sølutorgið í Vágsbotni sum sín egna lumma, og tí verða teir tiknir við uppá ráð.

Her eru teir á fundi saman við Heðini Mortensen, borgarstjóra, Tróndi Sigurðsson, formanni í Byggi- og býarskipanarnevndini, og Kára Johansen, formanni í Havnarnevndini.

Mortan og Carl August hava nógvar spennandi hugsanir um, hvussu Sølutorgið í Vágsbotni kann nútímansgerast - millum annað við at skipa atkomuviðurskiftini øðrvísi og at gera ljósviðurskiftini enn betri.