Lurta
Tíðindi - 07. desember 2023

Nýggir eindarleiðarar á dagstovnaøkinum

Bjarni Beder og Anna Dalsgaard eru sett sum eindarleiðarar á dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu.

Tey eru bæði útbúgvin námsfrøðingar. Bæði hava drúgvar royndir á dagstovnaøkinum.

Anna Dalsgaard hevur arbeitt sum námsfrøðingur á almannaøkinum og dagstovnaøkinum. Seinastu 8 árini hevur hon verið stovnsleiðari í Býlingshúsinum undir Fjalli.

Bjarni Beder hevur í nógv ár arbeitt á dagstovnaøkinum. Seinastu 8 árini hevur hann verið dagstovnaleiðari í Frítíðarskúlunum í Hoyvík og Klubb 188. Harumframt var hann eitt skifti leiðari á Frítíðarskúlanum á Fløtum.

Tey byrja í starvi 1.januar 2024.

Á myndini eru Jan Mølvad, deildarleiðari á Barna og Ungdómsøkinum, Bjarni Beder, nýggjur eindarleiðari, Heðin Mortensen, borgarstjóri, Anna Dalsgaard, nýggjur eindarleiðari, og Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri.