Tíðindi - 23. juni 2025

Nýggj skelting í Viðarlundini skal betra um upplivingina og vegleiðingina

Vegvísari Í Viðarlundini Crop

Í einum samstarvi millum Visit Tórshavn og Býarskipanardeildina hjá Tórshavnar kommunu er nýggj skelting um Viðarlundina í Havn sett upp.

Í hesum sambandi eru fimm yvirlitsskeltir og fleiri vegvísarar settir upp í og kring Viðarlundina.

“Viðarlundin, eisini nevnd plantasjan, varð á fyrsta sinni gróðursett í 1885. Royndin miseydnaðist, tí girðingin var ikki nóg góð at halda seyðinum burtur. Í 1904 varð aftur farið at seta trø niður.”
(Eitt brot av tekstinum á yvirlitsskeltinum)

Endamálið við nýggju skeltunum er at vegleiða borgarum og gestum, sum vitja Viðarlundina, og samstundis geva teimum eina betri fatan av, hvat hon hevur at bjóða. Á yvirlitsskeltunum ber til at síggja hvar ein er staddur, gonguleiðirnar í Viðarlundini, lesa um standmyndirnar, samstundis sum pílaskeltir vísa vegin m.a. oman í miðbýin, niðan til Listasavnið og til Williams hús.

Viðarlundin er ein vøkur og hugnalig lund mitt í hjartanum í Havnini. Við hesi skelting verða bæði borgarar og vitjandi betur upplýst um hana og alt tað, sum liggur í nærumhvørvinum.