Tíðindi - 05. juni 2025
Nýggj skeltir í Kirkjugarðinum á Svínaryggi

Býarskipanardeildin og Mentamáladeildin hjá Tórshavnar kommunu hava, saman við Visit Tórshavn, gjørt eina verkætlan, har ljós er varpað á fólk, ið liggja grivin í kirkjugarðinum á Svínaryggi
Hesi fólkini hava, á hvør sín hátt, havt eina ávirkan á okkara mentanararv og søgu. Í alt eru 12 fólk umrødd, har frágreiðing er skrivað um seks kvinnur og seks menn.
Í fyrstu atløgu eru fýra skeltir sett upp eins og eitt yvirlitsskelti yvir kirkjugarðin, hvørji fólkini eru og hvar tey liggja grivin. Til ber at lesa tekstirnar við at fara til gravstaðið hjá viðkomandi og skanna eina QR kotu.
Í Kirkjugarðinum ber til at lesa um:
Ebbu Müller
Martin Christian Restorff
Rasmus Jørgen Winther
Sigrid Niclasen
Tey seinastu átta skeltini koma upp í næstum. Verið vælkomin inn í Kirkjugarðin á Svínaryggi og les um tey omanfyri nevndu fólkini.