Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 12. november 2020

Nýggja býráðið hevur skipað seg

Á býráðsfundi eftir kl 17 í dag var nevndarval og val av borgarstjóra og 1. og 2. varaborgarstjóra. Heðin Mortensen varð einmælt valdur sum borgarstjóri, Annfinn Brekkstein varð valdur 1. varaborgarstjóri og Annika Olsen varð vald sum 2. varaborgarstjóri.

Síðan vórðu nevndirnar valdar.

 

Í fíggjarnevndini eru fastir limir:

Heðin Mortensen, Annfinn Brekkstein, Tróndur Sigurðsson, Elsa Berg og Annika Olsen

Í býarskipanarnevndini eru fastir limir:

Tróndur Sigurðsson, Annfinn Brekkstein, Kári Johansen, Ruth Vang og Jákup Dam

Í teknisku nevnd eru fastir limir:

Tróndur Sigurðsson, Kári Johansen, Bjørg Dam, Jákup Dam og Ruth Vang

Fastir limir í náttúru- og umhvørvisnevndini eru:

Bjørg Dam, Súna Mørk, Annfinn Brekkstein, Elsa Berg og Gunvør Balle

Fastir limir í mentamálanevndini eru:

Annfinn Brekkstein, Kristianna Winther Poulsen, Súna Mørk, Annika Olsen og Ruth Vang

Fastir limir í trivnaðarnevndini eru:

Súna Mørk, Bjørg Dam, Kristianna Winther Poulsen, Jákup Dam og Gunvør Balle

Fastir limir í eldranevndini eru:

Kristianna Winther Poulsen, Súna Mørk, Kári Johansen, Annika Olsen og Birgir Nielsen

Fastir limir í vinnunevndini eru:

Kári Johansen, Tróndur Sigurðsson, Kiristianna Winther Poulsen, Birgir Nielsen og Elsa Berg

Í tilbúgvingarnevndini sita nú Heðin Mortensen, Annfinn Brekkstein og Annika Olsen. At enda var val av einum limi í SEV-nevndina. Fastur limur er Kári Johansen.

Nýggja býráðið tekur við 1. januar 2021.