Lurta
Tíðindi - 24. oktober 2023

Nýggjar stovur tiknar í nýtslu

Í gjár var hátíðarhald á Dagstovninum Hans Andrias Djurhuus, nú allar stovurnar eru lidnar. Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt røðu og fegnaðist um at síggja os nógv fólk í góðum hýri.

- Í 1894 var lýsing í Føringatíðindum um, at ein barnagoymsla byrjaði 15 mars, har børnini kundu vera, meðan foreldrini vóru til arbeiðis. Tað eru skjótt 130 ár síðani, og nógv er broytt síðani tá.

- Tórshavnar kommuna hevur í dag omanfyri 1200 barnagarðspláss og omanfyri 500 vøggustovupláss. Hetta, ið vit síggja í dag, er nýggjasta stigi fyri at betra um karmarnar á dagstovnaøkinum.

--

- Eitt eru bygningar og stovur, - líka so týdningarmikil eru tit, góðu starvsfólk. Tit taka tykkum av tí, ið eg haldi, vit kunnu kalla “grundleggjandi gullið” í samfelagnum – børnunum.

- Hetta er eitt virðismikið og álvarsligt starv, ið tit hava. Tí tit taka tykkum av framtíðini í Føroyum.

- Tí vóni eg, at kommunan,  við hesum nýggju stovunum, kann betra um umstøðurnar hjá bæði tykkum og børnunum.

- Nú liðugt er, er plássið á stovninum økt við 30 plássum.

--

- Stovnurin er handaður kommununi uppá klokkuslettið, - uttan manglar. Øll loyvi fyriliggja eisini til rakstur.

- Eg fari at takka Articon og undirveitarum fyri vælgjørt arbeiði.

- Eisini fari eg at takka Unnie Justinussen, sum vegna kommununa hevur havt eftirlit við øllum arbeiðinum.

--

- Hans Andrias Djurhuus – tað er ikki ein og hvør í føroyskari søgu mentan. Flestu okkara munnu kenna onkran av sangum hansara, - um tað eru barnasangir ella sjómansrímur.

- Eg giti, at tit her á stovninum javnan syngja onkrar av barnarímum hansara.

- Fríggjadagin vóru 140 ár liðin, síðani Hans Andrias Djurhuus varð borin í heim. Neyvan mundi hann gruna, at sangir hansara fóru at runga á einum dagstovni, sum eitur Hans Andrias Djurhuus.

--

- Um eina løtu kemur Steinbjørn, stovnsleiðarin, at siga nøkur orð. - Eg kann avdúka, at Steinbjørn júst hevur havt 20 ára starvsdag hjá Tórshavnar kommunu. – Hjartaliga til lukku, Steinbjørn, og bestu ynski í framtíðini.

- Eg vóni, at tú, starvsfólk og børn fara at trívast væl í hesum nýggju stovunum.

- Takk fyri øll somul, og hjartaliga til lukku við nýggju og stásiligu stovninum, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.