Lurta
Tíðindi - 15. mars 2024

Nýggjur handil latin upp í miðbýnum í Havn

Í dag varð móttøka í samband við, at Richard B. Thomsen letur upp eina deild í Havn.

Handilin, sum m.a. selur køkar og baðirúmsmøblar, er í Doktara Jakobsens gøtu.

Richard B. Thomsen, ið hevur høvuðssæti á Tvøroyri, er ein av elstu fyritøkunum í Føroyum.

Á móttøkuni í dag helt Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu røðu.

Her er brot úr røðuni hjá borgarstjóranum:

"Hugaligt at vera við her í dag, nú ein nýggj fyritøka letur upp í Tórshavnar kommunu.

Ella nýggj og nýggj. Fyritøkan Richard B. Thomsen er nærum 100 ára gomul, frá 1929.

Stovnað á Tvøroyri, har tit eisini hava hildið til og framvegis halda til í søguligum bygningum og søguligum umhvørvið.

Men tað gleðir meg, at tit nú eisini leita norð um fjørðin og lata upp hølir her í miðbýnum í Havn.

Richard B. Thomsen var ikki bara vinnulívsmaður, hann var eisini skald. 

Tí er tað kanska hóskandi, at fyritøkan Richard B. Thomsen er staðsett í Doktara Jakobsens gøtu, sum er uppkallað eftir Jakob Jakobsen, sum eisini fekst við skaldskap. Dr. Jakobsen slóðaði fyri, savnaði inn søgur og ævintýr, og kom við einum boði uppá føroyska skriftmálið.

Og at reka fyritøku er eisini at slóða fyri, at taka avgerðir og seta í verk. Tú hevur eitt hugskot ella eina søgu, setur tær mál, og tá tú so røkkur málinum er tað, sum eitt ævintýr, ið gerst veruleiki.

Nú er aftur ljós í øllum handilsvindeygum her í ovara parti av Doktara Jakobsens gøtu. Tað er stuttligt og boðar frá framburði í handils og vinnulívinum í miðbýnum í Havn."

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Fari at ynskja fyritøkuni Richard B. Thomsen vælkomnari í Tórshavnar kommunu, og blíðan byr.