Tíðindi - 21. mars 2026

Nýskapan í Ferðavinnuni 2026

0F1A0388

Seinnapartin í gjár varð skipað fyri áhugaverdum endatiltaki í sambandi við “Nýskapan í Ferðavinnuni” í hølunum hjá OY. Átta verkætlanir hava seinastu sjey vikurnar verið partur av íverksetaradíkjaranum - á enskum nevnt “startup accelerator programme”.

At átakið er skipað sum ein íverksetaradíkjari, merkir, at verulig ferð verður sett á at menna verkætlanirnar hetta tíðarskeiðið. Luttakandi verkætlanirnar fáa sjey skraddaraseymaðar vikur við góðum ráðum frá føroyskum vinnulívsfólki og ráðgeving frá fremstu serfrøðini í ferðavinnu. Luttakararnir fáa harumframt høvi at luttaka á spennandi verkstovum við undirvísing, framløgum og netverkan.

Heðin Mortensen, formaður í Vinnunevnd Tórshavnar býráðs, setti móttøkuna. 

"Mangan verður tikið til, hvussu nógv tað hevur at siga, at vit sum land hava fleiri bein at standa á. Fiskivinnan er okkara høvuðsvinna, men náttúran má sær ráða, og tá má eisini okkurt annað til. Ein stórur møguleiki nú í skjótt mong ár hevur verið okkara alsamt vaksandi ferðavinna. Ferðavinnan er heimsins skjótast vaksandi vinna, og tí er so mikið meira umráðandi at vera við.

Myndugleikar og virkisfús fólk hava sæð tað, so tí er ferðavinnan nú triðstørsta vinna her á landi. Ferðavinnan er eitt hitt besta dømið um, hvussu ótrúliga skjót vit eru at tillaga okkum. Hugflogið setur eingi mørk, og áræðið er somuleiðis stórt, og av tí sama er framgongdin stór. Ferðavinnan er treytað av, at tey vitjandi ferðafólkini leggja nakað eftir seg, og tað gera tey tíbetur.

Uttan inntøkur kann eingin vinna standa seg, men júst á hesum øki er ferðavinnan nakað serligt. Tað hava vit sæð hesi árini, sum “Nýskapan í ferðavinnuni” hevur verið eitt afturvendandi tiltak. Fá duga sum føroyingar at finna uppá, og fá smá lond hava so nógv ymiskt at bjóða sum Føroyar.

Og tí gerast Føroyar sum ferðavinnuland alsamt meira lokkandi og áhugavert fyri onnur.

Í sjey vikur hava tit við stórum ídni og góðum hugflogi arbeitt við tykkara íkasti til ferðavinnuna. Tit hava ment tykkara tátt í vinnuni, skapt eina góða søgu og hvussu tit fáa hana út um allar geilar. Úrslitið síggja vit í dag, nú allar hesar átta verkætlanirnar verða lagdar fram. Sjóneykan er sett á føroyskar matvørur og ferðaminni, og nú sæst, hvat er komið burturúr.

Føroysk matmentan hevur langt síðani staðfest sína altjóða støðu sum nakað heilt serligt. Góður føroyskur matur er sjálv nervin í føroyska gestablídninum, sum ferðavinnan er treytað av.

Tí er tað serliga stuttligt at síggja í dag, hvat tit hava funnið uppá og hvat tit hava fingið burturúr. Ikki minst er tað stuttligt og spennandi at síggja, at ferðavinnuhugskotini blóma kring alt landið. Sjálvt á smáplássum verða stórir tankar hugsaðir, ið flyta ferðavinnuna enn longur fram á leið. 

Hugskotið, Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands eiga eina stóra tøkk fyri hetta kveikjandi tiltakið. Vit, sum varða av vinnuni í Tórshavnar kommunu, eru fegin um tykkara stóra arbeiði.

Við at menna nýggjar spírar í ferðavinnuni, ber til at skapa nakað nýtt, ið veksur víðari. Framgongd í ferðavinnuni krevur nýhugsan og kveiking, so Føroyar bara gerast enn meira serligar.

Tit eru øll við til tað, tí ferðavinnan skapar støðugt nýggjar møguleikar og setur sær nýggj mál.

“Nýskapan í ferðavinnuni” økir um dygdina og fjølbroytnið í tí, vit hava at bjóða ferðafólkunum. Týdningurin kann ikki yvirmetast, og eg ynski tykkum bestu eydnu við tykkara virki í hesi vinnu.

“Gløgt er gestsins eyga”, siga vit, men ikki minni krevst, at verturin er gløggur – og tað eru tit!

Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, hugleiddi síðani um føroysku ferðavinnuna og frøddist um vaksandi útboðið av matferðaminnum, sum tey vitjandi eftirspyrja. 

Eisini hugleiddi navnframi kokkurin, Poul Andrias Ziska, um menningina av føroyskari matmentan og  rávørum, og hvønn leiklut hesi hava á yrkisleið hansara.

Sóley Heradóttir Hammer, leiðari í Hugskotinum, og Annika Lisberg, stjóri í Visit Tórshavn, greiddu í stuttum frá gongdini seinastu sjey vikurnar, og bjóðaðu luttakarunum á pallin. 

 

Hesar verkætlanir løgdu fram:

Andras Eyðunsson á Lofti, er ein av eigarunum í GALDR – mjøður. Fyritøkan bryggjar mjøð og fruktvín og longu fáast fleiri vørur til sølu bæði í Duty Free og í Rúsuni. Nú verður víðka um vøruúrvalið og fleiri serføroyskar drykkjuvørur til bæði føroyingar og ferðandi.

Sunnvá Asano ynskir at framleiða edik við rabarbusmakki. Í Svínoy hevur familjan ein stóran rabarbugarð, har nóg mikið av rávøru er til endamálið. Íblásturin kemur úr japanskari matgerð, har edikur er ein vælkendar smakkur í nógvum rættum.

Bóndahjúnini Gunnhild Dahl Niclasen og Kári Klettskarð í Kongsstovu í Haraldssundi arbeiða við einari visjón um at nýta so nógv sum møguligt av tilfeinginum á garðinum í einari ringrás. Nú menna tey eitt hugskot um heitroykt hvítanýru, sum kunnu verða eitt spennandi íkast til eina føroyska tapas- ella smakkmenu.

Hjúnini Lisabett og Verner Hansen gera heimagjørt rabarbusúltutoy við ymiskum smakki, sum tey selja á marknaðum og í privatari sølu. Nú arbeiða tey við einum gávuluti, har tey sameina súltutoyið við hondgjørdum træskeiðum, ætlað sum eitt føroyskt minni til ferðafólk.

Jan E. Petersen, sum eigur fyritøkuna Primafisk, sum m.a. framleiðir vælkendu fiskapylsuna, sum nógvir føroyingar nýta sum viðskera. Nú kemur ein nýggj røð av fiskapylsum við smakki úr Norðuratlantshavi. Hugskotið er m.a. ein eskja við trimum ymiskum fiskapylsum við tara, toski og laksi, sum ferðafólk kunnu taka við sær heim sum ferðaminni.

Hjúnini Jógvan Edmund og Eydna á Geilini hava seinastu árini arbeitt við at menna ta siðbundnu føroysku blóðpylsuna, og í dag hava tey eina góða og væl umtókta blóðpylsu, sum føroyingar eftirspyrja. Nú arbeiða tey við at laga hana til ferðavinnuna, so eisini útlendsku gestirnir kunnu fáa ein smakk av Føroyum heim við sær.

Hjúnini Cristian og Diana í Garði greiddu eisini frá fyritøkuna Føroya Kips. Saman arbeiða tey við ætlanini at framleiða kips úr føroyskum eplum og rótfruktum.

 

Hugskotið, Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands skipaðu í felag fyri “Nýskapan í Ferðavinnuni”.

Vit ynskja verkætlanunum bestu eydnu víðari.