Tíðindi - 27. oktober 2026

Nýtt graslíki á Ovara Vøll

Ovari Vøllur

Ovari vøllur er heimavøllur hjá HB og B36, umframt karmur um fótbóltsvirksemi alla vikuna. 

Tí er tað alneyðugt, at vøllurin er í lagi. Tíverri hava alt ov nógvir trupulleikar verið seinnu árini, og tað bar av, tá dysturin hjá HB móti KÍ herfyri mátti flytast í síðstu løtu.

Tí hevur býráðið sett pening av í uppskotinum til fíggjarætlan at skifta vøllin.

Fótbóltur er eitt sunt ítriv, ið hvørja viku savnar hundratals íðkarar í kommununi. Talið av sjálvbodnum í feløgunum er eisini fyrimyndarligt. Hetta eiga vit í kommununi at virða og tryggja góðar karmar fyri bæði í Gundadali og á hinum vallunum í kommununi.