Tíðindi - 17. mars 2022

Nýtt kort við kunning um vegarbeiði í Tórshavnar kommunu

Vegarbeiði kort mars 2022

Kommunan hevur nú skipað alla kunning um veg- og grevstrararbeiði í kommununi á einum korti, soleiðis at borgarar lættliga kunnu fylgja við í, hvørjir vegir eru stongdir, og hvørji arbeiði fara í gongd í næstum.

Kortið er lagt afturat síðu okkara um veg- og grevstrararbeiði í gerð, ið lýsir vegarbeiðini nærri, og sum regluliga verður dagførd. Síðuna og kortið sært tú her:

Veg- og grevstrararbeiði í gerð

Vilt tú tryggja tær, at tú altíð fært boð, tá ið vegir verða stongdir, broytingar eru í ferðaætlanini hjá bussleiðini ella trupulleikar eru við vatnveitingini, kanst tú tekna teg til tíðindabrævið frá Tórshavnar kommunu. Kommunan roynir eftir besta førimuni at kunna borgarar, tá ið ólag er á kommunalu veitingunum.

Tú kanst tekna teg til tíðindabrævið á forsíðuni og á viðkomandi undirsíðunum her á kommunalu heimasíðuni:

Torshavn.fo - forsíða

Vegir og ferðsla

Tíni hús og títt stykki