Tíðindi - 05. apríl 2022

Nýtt spælipláss í Grasagarði

Nógv vitjaða spæliplássið í Grasagarði, millum Steinatún og Kongagøtu, verður nú dagført.

Nýggja spæliplássið bjóðar inn til spæl, rørslu og uppihald, og við forvitnisligum upplivingum og uppihaldsmøguleikum skal Grasagarður verða ein savningarstaður í miðbýnum. Arbeiðið verður liðugt til ólavsøku.

Nýggj ljósseting skal vera við til at tryggja, at Grasagarður eisini verður innbjóðandi í myrku tíðini.

Verkætlanin varð boðin út sum ein heildararbeiðstøka, og verkætlanin fevnir um allar

tilfars- og arbeiðsveitingar í sambandi við skipan og gerð av spæliøki í Grasagarði

sambært heildaruppskoti.

Fyritøkan Sp/f Arta vann útboðið. Myndirnar eru tiknar í sambandi við undirskriving av sáttmála í gjár.