Lurta
Tíðindi - 21. februar 2024

Parkeringsøki í J.C. Svabosgøtu tíðaravmarkað til 2 tímar

39 parkeringsbásar í J.C. Svabosgøtu, ímillum Landssjúkrahúsið og Hornahúsið, fara nú at hava tíðaravmarkaða parkering í 2 tímar frá klokkan 9 til klokkan 18 yrkadagar. Hesir básar hava annars ikki havt tíðaravmarking. Sí kort.

Yrkadagar kann tað vera ein avbjóðing at finna tøkan parkeringsbás í J.C.Svabosgøtu. Tí fer henda broyting at vera ein góð hjálp hjá teimum, sum hava tørv á at parkera, tá tey skulu styttri ørindi t.d. á Landssjúkrahúsinum.