Tíðindi - 02. november 2026
Partar av Havnagøtu og Eystaru Bryggju stongdir 3. og 4. november
Partur av Havnagøtu, partur av Eystaru Bryggju og báðar rundkoyringarnar við Skansan eru stongd 3. og 4. november frá klokkan 21.30 til klokkan 6 á morgni í sambandi við fresing og asfaltering.
Týskvøldið 3. november fresa vit frá klokkan 21.30 til mikumorgunin 4. november klokkan 6.
Mikukvøldið 4. november asfaltera vit frá klokkan 21.30 til hósmorgunin 5. november klokkan 6.
Í hesum sambandi verður farleiðin á seinastu túrinum hjá leið 2 broytt. Koyrt verður eftir Stoffalág, Hoyvíksvegi, Gripsvegi, R. C. Effersøes gøtu, Steinatúni og víðari eftir ferðaætlanini.
