Tíðindi - 27. oktober 2025

Partur av Klingruni stongdur 29. til 30. oktober

Eingin koyring er loyvd eftir Klingruni, frá rundkoyringini ovast á Løgmannabreyt til Ovaragøtu, frá mikukvøldinum 29. oktober klokkan 20 til hósmorgunin 30. oktober klokkan 6. Leið 1 er tó undantikin. Strekkið er stongt í sambandi við vatnleiðingagrevstur tvørturum vegin. Arbeiðið er partur av byggiverkætlanini Røktarheimið við Stórubrekku.