Tíðindi - 02. oktober 2026
Partur av Tinghúsvegnum stongdur 5. oktober til 20. november
Tinghúsvegurin er stongdur fyri allari ferðslu frá klubbagarðinum niðan til Sverrisgøtu frá mánadegnum 5. oktober klokkan 8 til fríggjadagin 20. november klokkan 16. Teinurin er stongdur í sambandi við umvæling av umsitingarbygninginum hjá løgtinginum.
Ferðslan verður broytt soleiðis í tíðarskeiðinum:
- Koyrandi er eftir Sverrisgøtu niðan á Tinghúsvegin og víðari niðan til Bøkjarabrekku
- Koyrandi er úr Tórsgøtu niðan á Niels Finsens gøtu og oman til parkeringplássið við ráðhúsið ella oman á Vaglið
- Parkeringbásarnir í Sverrisgøtu, millum Tórsgøtu og Niels Finsens gøtu, verða tiknir burtur, meðan umvælingin fer fram. Loyvt er ikki at parkera har, meðan arbeiðið fer fram
