Tíðindi - 19. november 2026

Partur av Tinghúsvegnum stongdur fram til januar 2027

Tinghúvegurin stongdur ísv umvæling 19. november 2026

Arbeiðið at umvæla løgtingsbygningin dregur út, og tí verður partur av Tinghúsvegnum framhaldandi stongdur fram til 5. januar 2027. Talan er um strekkið frá innkoyringini til Havnar Klubba niðan til Sverrisgøtu.

Frá leygardegnum 21. november er tó aftur loyvt at parkera í Sverrisgøtu millum Tórsgøtu og Niels Finsens gøtu.

Koyrandi er frá vegamótinum Sverrisgøtu/Tórsgøtu niðan Sverrisgøtu til Tinghúsvegin og víðari til Bøkjarabrekku.